Mercedes-Benz hevur útsett málið um einans at selja el- og hybridbilar í 2030.
Tað skrivar Berlingske.
TV 2 skrivar at sambært fyrisitingarstjóranum Ola Källenius er 2030-málið útsett við fimm árum, tí eftirspurningurin eftir elbilum er minni enn roknað var við.
Eftir tíðindini fór Mercedes-Benz aksjan upp við fimm prosentum. Sambært Berlingske er aksjan farin upp 15 prosent síðani ársskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo