Í kvøld kl.17 verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi.
Ein nevnd við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, ger av, hvør fær virðislønirnar. Yvirlit við øll, sum hava fingið mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, sæst her.
Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andriasi Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.
Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Tá var heitið Barnabókaheiðursløn.
Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðirnar í kommunalu skúlunum.
Skráin í Müllers Pakkhúsi í kvøld
Kórið Tarira syngur
Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin
Annika Olsen, borgarstjóri, handar virðislønirnar:
M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir
M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Kim Hansen og Edward Nyholm Debess, sangur og tónleikur
Bjóðað verður ábit og drekka á miðhæddini, har øll eru vælkomin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo