Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Sunnudagin 25. apríl kl. 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, býður vælkomin og setir mentanarvikuna 2021. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna. 

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Skráin fyri mentanarvikuna er at finna á visitrunavik.fo.
https://visitrunavik.fo/wp-content/uploads/2021/04/Mentanarvikan-2021.pdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo