Visit Runavík: Í døgunum 21. – 28. apríl verður mentanarvika í øllum bygdum í Runavíkar kommunu. Fyrireikararnir eru farnir til verka, og í fjør hepnaðist mentanarvikan sera væl við heili 120 tiltøkum á skrá. Miðað verður aftur ímóti, at skráin er fjølbroytt, rúgvumikil og inniheldur eina røð av størri og smærri tiltøkum til allar aldursbólkar. Ætlanin er, at bæði kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar.
Fólkakæri norski trubadururin, Bjørn Eidsvåg, verður høvuðsnavnið á árligu mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, og hann er klárur at rúnabinda áhoyrararnar við sínum lívsvísu sangum.
Skrivikappingin er ein fastur táttur í mentanarvikuni, og í ár verður kappast um at skriva eitt ummæli. Undan innlatingarfreistina, sum er 22. mars, verður skipað fyri kveikingarkvøldi og skriviskeiðum á Bókasavninum við Løkin. Til ber at lesa meira um tilmeldingina á lokin.fo
Háaktuel føroysk tónleikanøvn verða eisini at hoyra, millum annað í Gulu Smiðju og í Løkshøll. Í næstum verður avdúkað hvørji tiltøk verða í kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo