Visit Runavík: Í døgunum frá 23. – 30. apríl verður mentanarvika í øllum bygdunum í Runavíkar kommunu.
Vanligt er, at skráin er fjølbroytt, rúgvumikil og inniheldur eina røð av størri og smærri tiltøkum til allar aldursbólkar.
Bæði kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Soleiðis vænta og vóna fyrireikarnir eisini, tað verður í ár.
Orðaskifti um føroyska málið er ein fastur táttur umframt skrivikapping. Hesaferð verður kappast um at skriva eina yrking. Vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni, sunnukvøldið 23. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo