Mentanarnáttin, sum skuldi vera í Havn í morgin fríggjadagin 4. juni, er fyribils útsett. Orsøkin er, at koronusmittan er leys í landinum.
Koronuráðgevingin metir tað ikki vera ráðiligt at halda Mentanarnáttina, og vit fylgja sjálvsagt tilmælinum frá myndugleikanum.
Vit á Visit Tórshavn vóna, at tað verður møguligt at halda Mentanarnáttina eftir summarfrítíðina, tá flestu okkara eru koppsett.
Vit harmast sjálvsagt um støðuna og vóna at undirtøkan fyri Mentanarnáttini verður eins stór eftir summarfrítíðina.
Visit Tórshavn
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo