Tvøroyrar kommuna: Nú styttist av álvara til árligu Mentanarnáttina á Tvøroyri. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi vera 31. mai, seinasta fríggjadag í mai, ið siðvenja er. Verkfallið órógvaði tó ov nógv til, at vit mettu tað vera ráðiligt at halda hana.
Stóri dagurin varð tí útsettur til 5. juli, ið er um góða viku. Skráin er rúgvismikil og eitt sindur er fyri øll. Vit hava, saman við góðum, lokalum kreftum, roynt at samanseta eina áhugaverda skrá fyri dagin og tað er okkara vón, at fólk fara at njóta henda góða dag.
Í komandi viku verða skráirnar bornar út til øll húsarhald í Suðuroynni, men longu nú er hon tøk talgild: SÍ HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo