Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Barna- og útbúgvingarmálaráðið bjóðar øllum at koma á gátt á mentanarnáttini 7. juni.
- Vit eru eitt nýtt aðalráð, sum millum annað hýsir Barnaverkætlanini, sum hevur sum visión, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
- Til dagin hava vit fingið Steintór Rasmussen og børn úr Klaksvík at syngja fyri okkum, og eisini koma Danny & The Veetos duo at spæla.
Umframt konsertir verður møguleiki hjá børnum og ungum at luttaka í verkstovum – "Tað góða barna- og ungdómslívið", og rundvísing verður í ráðnum.
- Vit vóna, at ordiliga nógv børn og vaksin koma at vitja okkum, og høvi verður eisini at heilsa upp á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.
Øll børn fáa eina gávu umframt okkurt gott til góman. Tey vaksnu fáa kaffi og okkurt søtt.
Vit síggjast!
Skrá 7. juni 2024
Kl. 17.00 Konsert við Steintór Rasmussen og børnum
Kl. 18.00 Barnaverkstova - Tað góða barnalívið
Kl. 20.00 Konsert við Danny & The Veetos duo
Kl. 20.30 Ungdómsverkstova - Tað góða ungdómslívið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo