Tórshavnar kommuna: Í sambandi við at Reykjavík heldur árligu mentanarnáttina hetta vikuskiftið, so bjóðar Sendistova Føroya í Reykjavík á gátt at hátíðarhalda mentanarnáttina við fjølbroyttari vitjan úr Føroyum.
Tiltakið byrjar leygardagin kl 14, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur setanarrøðu. Til høvið fer Herborg Torkilsdóttir at syngja og borðreitt verður við føroyskum brellbitum og drykkjuvørum.
Kl 16 fer Herborg Torkilsdóttir at hava konsert í Hørpu. Kl 16.45 fer kórið Tarira at syngja og kl 16.30 fer bólkurin Hamradun á pallin.
Hópur av tiltøkum eru leygardagin, íslendska skráin sæst á leinkjuni: www.menningarnott.is
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo