Nú valstríðið er um at koma í hæddina er tað merkisvert, at mentan so at siga ikki verður umrødd í teimum ymsu valskráunum. Men hetta er hvørki serføroyskt fyribrigdi og heldur ikki nýtt. Kanningar í eitt nú Danmark vísa, at mentan vinnur einki val, og mentanarpolitikkur sigur hvørki veljarum ella politikarum nakað. Vit kunnu hava okkara metingar um, hví so er.
Eitt er tíðin, vit liva í, har mentan og vitan má víkja fyri undirhaldi og sussi, um eg kann loyva mær at siga so. Vit hava hvør okkara dagsskrá, vilja hoyrast og síggjast, og vit hava ans fyri tí, sum er uppi í tíðini, eitt nú spurningurin um tann órætt sum fylgir við kyni, rasu o.s.fr. Hetta er alt væl kent. Hinvegin so hava vit eisini tey konservativu, sum ikki góðtaka tær radikalu umtulkingarnar av gomlum siði; at tað ‘normala’ ikki verður virt, – ofta við tilvísing til skriftina.
Men hvørgin av hesum, tey frælslyntu ella tey konservativu, tykjast hava brúk fyri at søkja sær stuðul í okkara søgu ella mentan, tí argumentini geva seg sjálv.
Onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi her, kanska fyrst og fremst tað øgiliga útboðið av mentan í miðlunum, bæði faktuellum eftirfarandi og skeivum upplýsingum og undirhaldi. Fyri undirhaldið, og eisini tá ið talan er um list, ger tað seg galdandi, at markið millum há- og fólksliga mentan er kámað, og nú er alt mentan, ja, ítróttur er mentan, at fletta seyð kann vera mentan, og matur er sum kunnugt mentan, og alt gott um tað, men hetta ger, at vanlig siðbundin mentan við innihaldi, ið er meir enn bara tiltøk og uppliving, dettur niðurímillum.
Hvussu ofta hoyra vit ikki politikarar siga, at teir sanniliga stuðla mentanini, tvs. ítróttatiltøk, ítróttafeløg, festivalar, konsertir, sjónleik o.s.fr. Og so er tað eg spyrji: stuðla teir eisini søvnum (meira enn so at tey bara ana). Gera teir ella tær nakað fyri, at vit fáa eina miðling, eisini talgildað miðling av okkara mentanararvi ikki mist tí skrivaða og prentaða.
Ella at vit fáa eina føroyska alfrøði á netinum (mgl. eina wikipedia við tilvísing til keldur), sum ger, at vit vera líka væl upplýst um okkara egnu viðurskifti, sum vit eru um viðurskifti í øðrum londum; viðurskifti, sum eru viðkomandi, men sum ikki áttu at verið meira viðkomandi enn okkara egna. Roynið t.d. at leita á netinum eftir upplýsingum um føroysk viðurskifti, náttúru, land og hav, fólk, persónar, søgu, átrúnað, samfelagsskipan, vinnulív o.s.fr. Tú fært minni at vita um hetta, enn um tú t.d. leitar eftir upplýsingum um tað sama í fjarskotnum londum. Vit eru í grundini ikki komin longur enn, tá ið eg gekk í skúla í 1950 og -60’unum, tá ið flestu lærubøkur vóru danskar og um danskt.
Og vit grenja um, at børn lesa ikki føroyskt og eru eiðasør, tá ið tað ræður um okkurt føroyskt. Kanningar hava eisini víst, at føroysk børn hava ikki eitt alment kunnleikastøði, sum kann samanberast við støðið í teimum londum, sum okkum dámar at samanbera okkum við. Tað hevur sína grund, og ei undur í, at tey mangan tosa enskt sínámillum.
Eg kann nevna sum eitt dømi frá míni tíð í almennari tænastu, at eg var við til at talgilda føroysku bløðini (tidarrit.fo). Skipanin er kanska ikki so sexutt og løtt at brúka, men eg skal lova fyri, at hetta hevur verið fongur hjá mær og øðrum skrivandi fólki. Men tað strandaði tíverri har, hóast vit høvdu stórar ætlanir.
Og eitt annað dømi. Eg kann sum brúkari eitt nú við bókasavnskortinum læna alskyns bøkur ókeypis á netinum, bara ikki føroyskar!
Og eg kundi hildið áfram.
Vit hava illa nokk lyft okkum uppfrá, tá ið um talgilding viðvíkur. Hinvegin hava vit brúkt stórar upphæddir at gera ein talgildan samleika, men verulig talgilding er hetta ikki.
Mentan í dag er annað ella meira enn tann myndin av mentan, sum nógv ganga runt við – bæði yngri og eldri og eisini tey, sum áttu at vitað betur.
Mentan er at gera mentan og mentanararvin lætt atkomiligan, at upplýsa fólk, at eggja til og stuðla læring og gransking og so sjálvandi at vera til undirhalds. Og so kunnu vit saktans hava alt hitt aftrat.
Tí er mentan politikkur av hægsta karat. Og tí átti hon at verið á valskráunum.
Lat meg bara at enda, fyri at sleppa undan misskiljingum, sum skjótt kunnu leiða kjakið av kós, gera vart við, at eg taki taki undir við, at veittur verður listastuðul, stuðul til bókaútgávu, at Tjóðleikhús verður bygt, og eg virði tað virksemi sum Sprotin stendur fyri. Men – fyri at brúka eina nútímans vending – tað er bara ikki har eg eri.
Erhard Jacobsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo