Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað sær út til at vera púra greitt, at Mentamálaráðið hevur sett sær fyri at gera livið hjá Kringvarpi Føroya so súrt sum yvirhøvur tilber.

Sami málsviðgerði hevur nú viðgjørt hetta mál fýra ferðir.

Niðurstøðurnar hava verið eitt tema við variasjónum:

Liljan Weihe skal hava allar hugsandi sersømdir.

Sømdir sum ongin annar uppsagdur føroyingur nakrantíð hevur fingið.

Fyrst skuldi kæran hava steðgandi virkna. Hetta er uttan nakað fordømi yvirhøvur í føroyskum uppsagnarmálum.

Síðani var – væl sagtans væntandi, tá kæran fekk steðgandi virkna – uppsøgnin ógildað. Hettar er ikki óvanligt í Føroyum.

Men Mentamálaráðið steðgaði ikki her, men skoytti samstundis uppí: “at Liljan Weihe sostatt fremvegis er tíðindaleiðari fyri Kringvarp Føroya”.

Eisini hetta er uttan nakað fordømi í føroyskum uppsagnarmálum.

Stjórin fyri Kringvarp Føroya gjørdi sum hann skuldi, og tók avgerð um at flyta hana í annað starv.

Nú byrjar so aftur sama sirkus.

Fyrst slær Mentamálaráðið fast at “við støði í fylgjandi upplýsingum, sum fyriliggja í málinum verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KVF um at siga Liljuna Weihe úr starvi sum “leiðari fyri aktuelt” og samstundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv, helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum.”

Hóast hesa staðfesting, velur Mentamálaráðið at “heimvísa málið” til nýggja viðgerð.

Hóast Mentamálaráðið staðfestir, at Liljan Weihe hevur framt álvarsom brot og ikki vil skúgva metingina til viks um, at leiðslan hevði mist álitið á hana, so tekur Mentamálaráðið tað heilt óvanliga stig at senda málið aftur í høvdið á kringvarpsleiðsluni.

Alt bara við einum endamáli: At geva Liljuni Weihe enn ein møguleika at verða hoyrd. 

Hetta verður so áttandu ferð at Liljan Weihe fær møguleikan at verða hoyrd í málinum. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo