Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er nógv, sum bendir á, at Mentamálaráðið í longri tíð hevur roynt at fjala út yvir tað arbeiðið, sum fer fram í Málráðnum, herundir stórar ósemjur um stavrað o.a.

Frágreiðingin frá 2016 við einari eftirmeting av Málráðnum er nærmast fjald fyri almenninginum og ongantíð løgd fyri Løgtingið til viðgerðar, soleiðis sum lógin ásetur.

Eg havi nýliga fingið innlit í hesa frágreiðing sum løgtingsfólk, og talan er um rættuliga harðan kritikk av virkseminum hjá Ráðnum.

Tørvurin á einari politiskari eftirmeting av Málráðnum er stórur og hevur skund at viðgera í Løgtinginum.

Ein nýggj eftirmeting av Málráðnum er á veg
Frágreiðingin við einari eftirmeting av tá nýstovnaða Málráðnum er dagfest 18. november 2016 og hevur heitið “Eftirmeting av málráðnum” - og er gjørd av Lóður.

Landsstýriskvinnan hevur kortini í einum skrivligum svari, dagfest 27. februar 2023, til ein § 52a fyrispurning frá undirritaða, sagt, at henda frágreiðing verður ikki løgd fram til viðgerðar í Løgtingum, citat úr svarinum:

“Ætlanin er ikki at leggja eftirmetingina frá 2016 fyri Løgtingið til viðgerðar. Hildið verður ikki, at hon er tíðarhóskandi longur. Tá Løgtingið fær høvið at viðgera eina frágreiðing, verður hildið, at hon eigur at taka støði í viðurskiftum, sum eru viðkomandi í dag.”

Min spurningur er so, eftir at hava fingið hasa niðurstøðuna frá nýggju landsstýriskvinnuni, hvørs eftirmeting eg havi fingið og lisið, og sum er tann einasta, sum er gjørd -  hvat er tað, sum ikki er tíðarhóskandi longur? Er tað Málráðið sjálvt, sum ikki er tíðarhóskandi? Er tað bygnaðurin og samansetingin, sum ikki er tíðarhóskandi? Hvat er tað, sum ikki virkar og er ótíðarhóskandi?

Víðari stendur í svarinum frá landsstýriskvinnuni: “Ein nýggj frágreiðing verður løgd fram so skjótt, sum til ber, væntandi í summar ella í heyst.”

Frágreiðingin um eftirmeting av Málráðnum ongantíð latin Løgtinginum
Í frágreiðingini frá 2016 stendur m.a.: “Málráðið varð sett á stovn í 2012 undir Mentamálaráðnum. Tað er skipað á hendan hátt: Fimm av limunum sita í eini starvsnevnd, sum møtist mánaðarliga, meðan hini seks í ráðnum síggjast umleið tvær ferðir árliga og taka tá støðu til ymiskar prinsipiellar spurningar. Eisini starvast ein málfrøðingur og ein skrivari á Málstovuni, ið taka sær av gerandisuppgávum sum at gera rættstavingarorðabók og at vegleiða stovnum og borgarum.”

Stóri spurningurin er, hví henda frágreiðing um “Eftirmeting av Málráðnum” ongantíð varð løgd til politiska viðgerð í Løgtinginum, soleiðis sum lógin ásetur. Í frágreiðingini frá Lóður stendur at lesa m.a.: “Sbrt. §10, stk. 3 í løgtingslóg um málráð skal landsstýrismaðurin eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin um málráð virkar eftir ætlan. Kannast skal eisini, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Víðari stendur at lesa í frágreiðingini : ”Ynskiligt er, at fáa eina frágreiðing um ásetingina í § 10, stk. 3. Frágreiðingin kann gerast út frá einum almennum/ samfelagsligum vinkli, sum svarar upp á spurningin, um samfelagið hevur fingið tað burtur úr Málráðnum, sum politiska skipanin ynskti við lógini.”

Sostatt er tað púra greitt, at tann, sum hevur fingið til uppgávu at gera eina eftirmeting av Málráðnum, skilir tað sum, at henda frágreiðing skal leggjast fyri Løgtingið o.a.

Harður kritikkur í frágreiðingini frá 2016
Tað verða gjørdar rættuliga harðar og kritiskar viðmerkingar í frágreiðingini frá 2016, og eg fari her at endurgeva í smærri brotum nakrar av hesum viðmerkingum:

“.... Soleiðis sum landsstýrismaðurin orðaði tað, tá Ráðið bleiv sett, skuldi endamálið m.a. vera, at fólkið skal kenna seg aftur í avgerðunum hjá Ráðnum. Tá haldi eg ikki, at Málráðið hevur livað upp til endamálið. Tað lurtar ikki eftir, hvat meirilutin av føroyingum heldur, ella hvat meirilutin av fólkinum ynskir, t.d. viðvíkjandi stavseting, stavrað og tílíkum.”

”….. Málfatanirnar í Ráðnum eru ov líkar og umboða ikki viljan hjá fólkinum. Hetta gevur teimum við puristiskari málfatan møguleika fyri valdsmisnýtslu. Formaðurin, næstformaðurin og seks av hinum umboðunum umboða eina fatan av málinum. So eru bara trý eftir, sum umboða eina aðra málfatan. Endamálið hjá Málráðnum er at skapa eitt breitt forum. Tað haldi eg als ikki, at Málráðið hevur megnað.”

“ …. Tá bara ein málfatan er umboðað í Starvsnevndini, so gevur tað møguleika fyri valdsmisnýtslu, og tað hevur gingið fyri seg. Tað kunnu vit síggja í arbeiðnum við stavraðnum og arbeiðnum við atlasinum.”

” …. Tey, sum einans sita í Ráðnum, kenna seg í fleiri førum óneyðug og uttan ávirkan. Landsstýrisfólkið tilnevnir sjálvt tvey fólk í Ráðið, meðan hini umboðini verða tilnevnd eftir tilmæli frá stovnum og feløgum, harav nøkur ávís sum t.d. Fróskaparsetur Føroya og Javnstøðunevndin altíð tilmæla hvør sín lim. Millum limirnar verður afturvendandi víst á, at hóast tey fegnast um, at nógvir ymiskir samfelagsbólkar eru umboðaðir, so tykist teirra leiklutur heldur høpisleysur.”

“ …. Vit, sum ikki eru í innara kjarnanum, eru regulerir pausuklovnar. Um tað skuldi verið betri, skuldi tað verið minni. Spurningurin er, um mann skuldi farið aftur til tann gamla leistin, t.v.s. Málnevndina. Tey, sum ikki eru í sjálvari Starvsnevndini, hava onki at siga. Mann kundi akkurát tað sama bara latið vera við at havt tað.”

” …. Limirnir í Ráðnum eru ov onkisigandi, tí teir hava ov lítið yvirskipað at taka støðu til. Ístaðin arbeiðir Ráðið við smálutum, sum Starvsnevndin og málfrøðingurin áttu at tikið sær av.”

” …. Sekreteriatið og Starvsnevndin hava í roynd og veru als ikki umstøður at gera sítt arbeiði nóg væl, soleiðis at umboðsráðið kann taka støðu til stór mál. Og tað er alt, tí arbeiðsorka vantar.”

“ …. Starvsnevndin hevur fund einaferð um mánaðin, meðan vit hittast tvær ferðir ella onkuntíð tríggjar ferðir um árið. So fáa vit eina frágreiðing, sum vit skulu staðfesta, tá tað er okkurt  nágreiniligt prinsippmál og annars kunning og tað, sum er aktuelt. So tá mann ikki er í Starvsnevndini, er mann nokkso lítið aktivur.”

” …. Tey, sum ikki sita í Starvsnevndini, vera hildin uttanfyri og vita ov lítið, um hvat fer fram í Málráðnum.”

“ …. Vit vita øgiliga lítið um, hvat fer fram í Málráðnum. Vit fáa fundarfrásagnir, sum ofta koma millum eitt hálvt og eitt ár aftaná fundirnar. Málráðsfundirnir eru fáir, og tá verður so kunnað um okkurt. Málráðið virkar ikki sum ein eind, tí tað er Starvsnevndin, sum er virkin í øllum og hittist javnan, meðan restin hevur líkasum onki at skula hava sagt og hevur lítið innlit í tað, sum fyrigongur.”

” …. Fundarfrásagnir verða gjørdar fleiri mánaðir eftir, at fundur hevur verið. Eg skilji ikki, at tað skal bera til at koma við fundarfrásagnum so seint. Mann fær ikki brúkt fundarfrásagnirnar til serliga nógv, tá tær koma so seint.”

Niðurstøðan er greið
Í frágreiðingini frá 2016 frá Lóður stendur í innleiðingini: “Vit meta, at eftirmetingin gevur eina rættvísa fatan av virkseminum hjá Málráðnum.”

Í mínari verð vísir eftirmetingin av Málráðnum í 2016, at Málráðið ikki virkar eftir endamálinum og at tað meira og minni ikki er virkisført. Hetta kann undirbyggjast ítøkiliga frá innihaldinum í frágreiðingini frá 2016.

Eftirfylgjandi málsgongdin í Mentamálaráðnum bendir greitt á, at tey halda, at nakað er at fjala við Málráðnum, og tí verður frágreiðingin ongantíð løgd fyri Løgtingið, hóast henda vísandi til lógina greitt er ætlað til tað.

Stórur tørvur á politiskari eftirmeting
Vísandi til omanfyristandandi frágreiðing frá 2016 og málsgongd í Mentamálaráðnum, so er stórur tørvur á, at Løgtingið fær høvið at gera eina politiska eftirmeting av Málráðnum.

Hvørt støðan í Málráðnum er broytt síðan 2016, eri eg ikki greiður yvir, og tí eigur tann ivin at koma Løgtinginum til góðar, við einari eftirmeting skjótast til ber - soleiðis sum lógin eisini ásetur tað.

Málráðið eigur at gerast meira fólksligt og eigur at lurta eftir, hvat meirilutin av fólkinum heldur - og ikki sum nú virka sum ein “statur í statinum ella eitt kongadømi”.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo