Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann í Føroya Lærarafelag: Í ískoyti til arbeiðstíðaravtaluna stendur, at Fyri at undirvísa næmingum við serligum tørvi verða 12,5 minuttir latnir eyka fyri hvønn tíma. Hesa áseting hevur Mentamálaráðið fingið ilt eyga á, men tá ið Lærarafelagið ikki vil víkja frá avtaluni, roynir MMR í staðin við lokabrøgdum at sleppa sær undan ásetingini.

Skúlaárið 2016/17 fann MMR upp á tey ráð at navngeva stóran part av tímunum vegna serligan tørv til “serundirvísing” og tvíhelt um, at fyri hesar tímar skuldu ikki roknast eyka tíð. Lærarafelagið gjørdi vart við, at hetta var avtalubrot, og eftir tógvið stríð tók MMR boðini aftur. Fyri skúlarnar var hetta ein hvøkkur, tí tímatalið til serligan tørv lækkaði, nú eingir “bíligir” tímar vóru at taka av. Men tað ber ikki til, at lærarar við lønarmissi skulu rinda fyri sparingarnar í fólkaskúlanum.

Við skúlaársbyrjan í fjør fekk Lærarafelagið fráboðan frá lærarum í serflokkum um, at tey onga eyka tíð fingu roknaða í virksemisætlanini. Í samskifti við skúlaleiðslur kom fram, at boð vóru komin úr MMR um, at eingin eyka tíð skuldi skrásetast, og at tøknilig forðing var gjørd í virksemisforritinum, so tað bar ikki til at skráseta eyka tíðina, um so var. Felagið setti seg í samband við MMR við kravi um, at eyka tíð skuldi roknast fyri tímar í serflokkum, sum sjálvsagt eru tímar vegna serligan tørv. Hesum noktaðu tey í MMR fyri.

Ein av mongu margháttligu grundgevingunum úr MMR var, at talan var um lærarar, sum arbeiddu sambært avtalu um sjálvstýrandi toymi í serflokkum, og at avtalan ógildaði ásetingina um eyka tíð. Lærarafelagið kærdi síðan til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið gav felagnum viðhald, at avtalan um sjálvstýrandi toymi í serflokkum ikki ógildaði ásetingina um eyka tíð, og at MMR tí skuldi rætta tímaskrásetingina. Men hóast tað, so broytti MMR ikki mannagongdina, fyrr enn Fíggjarmálaráðið aftur kom upp í málið, og advokatur vegna Lærarafelagið hevði fyrireikað rættarmál.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo