Tað verður spennandi at vita, hvussu verður við menningarkvotuni sum er latin til at fiska í 2018, men sum ikki er fiskað í 2018.
Fellur svartkjaftakvotan burtur, ella verður hon flutt frá 2018 til 2019?
Um so er at tey um 10.000 tonsini av svartkjafti sum Katrin Jóhanna hevur fingið at fiska í 2018, verða flutt til 2019, so er hetta ein fongur hjá reiðarínum, tí so verður henda nøgd løgd afturat játtaðu kvotuni fyri 2019, tað vil siga at tann samlaða kvotan í 2019 verður ikki 10.000 tons av svartkjafti, men gott 20.000 tons av svartkjafti.
So er spurningurin um reiðaríið ikki heldur skal bíða við at fiska svartkjaftin í 2021, tí tá hevði nøgdin verið góð 40.000 tons.
Eingin veit enn, hvussu væl klaverið spælur, tá ið talan er um menningarkvotur, men tað sær út, at meðan summi reiðarí verða revsað, so eru tað onnur sum fáa undantaksloyvi.
Viðvíkjandi svartkjaftinum sum virkið í Miðvági hevur fingið og sum Katrin Jóhanna skal fiska, so "er tað við loyvi frá Fiskimálaráðnum, at Katrin Jóhanna í løtuni fiskar og landar svartkjaft í Fuglafirði", sambært Ingolfi S. Olsen, framsøgumaður fyri Tjóðveldi í fiskivinnumálum.
- Tískil er tað eisini í samsvar við verkætlanina, sum menningarkvotan er latin til, at hetta verður gjørt, sigur framsøgumaðurin.
Og Ingolf S. Olsen rósar vágamonnum fyri at hava spælt við opnum kortum:
- Tað er eisini tað, sum frá fyrstan tíð hevur eyðkent eigararnar av Katrin Jóhonnu – reiðaríið p/f Kinnfelli – at teir ongantíð hava gjørt nakað sum helst í sambandi við menningarkvoturnar, uttan at tað er gjørt í samráð við Fiskimálaráðið og myndugleikarnar annars.
- Í so máta eru teir eitt fyridømi, ið bert hava rós uppiborið, skrivar Ingolf S. Olsen í lesarabrævi sum var sent VP og kann lesast her.
Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi greiður eisini frá meira ítøkiliga, hvat hesin svartkjafturin í menningarkvotuni til Vágar skal brúkast til.
- Hetta var fyrsti túrurin hjá skipinum, og skipari og manning skulu sjálvsagt hava møguleika at læra skipið, kølingina og allar greiðirnar annars at kenna, skrivar hann.
Og so leggur hann afturat, sum er sera áhugavert:
- Ongin, heldur ikki politiski myndugleikin, hevði heldur roknað við, at øll tey umleið 10.000 tonsini av svartkjafti, sum árliga svarkjaftakvotan er upp á, beinanvegin fóru at kunna virkast og mennast í Miðvági.
Men stóri spurningurin er, um nakað tons av svartkjafti nakrantíð fer "at kunna virkast og mennast í Miðvági".
Tað vil við øðrum orðum siga, at ein stórur partur av teimum 10.000 tonsunum av svartkjafti verða ikki partur av menningarkvotuni til Vágar, men eitt slag av venjingarkvotu "at læra skipið, kølingina og allar greiðirnar annars at kenna".
Og tað "er við loyvi frá Fiskimálaráðnum, at Katrin Jóhanna í løtuni fiskar og landar svartkjaft í Fuglafirði", verður jú sagt.
Norðlýsið hevur í dag eina grein um gongdina higartil viðvíkjandi menningarkvotunum, sum kann lesast her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo