Tað er Íverksetarahúsið, sum í samstarvi við Føroya Tele, skipar fyri FT GameJam í høvuðsbygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Endamálið við tiltakinum er at geva fólki møguleikan at gera sítt egna telduspæl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið.
Heimsmarknaðurin fyri telduspøl er risastórur, og tí verður áhaldandi arbeitt við at skunda undir at koma inn á hendan marknaðin. Seinastu árini eru nøkur føroyskt telduspøl gjørd, men enn hevur onki føroyskt spæl sligið ígjøgnum.
Tí hava Íverksetarahúsið og Føroya Tele tikið stig til at skapa neyðugu umstøðurnar til at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum.
FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Í stuttum gongur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.
Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn ein sunnan áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.
Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Les meira um FT GameJam, og hvussu tú tilmeldar teg, á trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo