Setrið: Pär-Ove Forss og Cathrine Gladh frá Mittuniversitetinum eru á Fróðskaparsetrinum 28. september – 2. oktober 2015 fyri at endurnýggja verandi samstarvsavtalu og fyri at umrøða víðkaðar samstarvsmøguleikar.
Samstarvsavtalan við Mittuniversitetið frá 2010 um fjarlesturskeið til BSc. í KT-verkfrøði (30% av útbúgvingini) var galdandi í 5 ár, og skuldi tí endurnýggjast, og ynskir vóru eisini frá báðum pørtum um at styrkja samstarvið enn meira, t.d. innan M.Sc.-lestur í KT-verkfrøði, og møguliga eisini at víðka samstarvið til onnur fakøki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo