Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagliga síggja og hoyra vit í fjølmiðlunum, um hvussu mestsum øll londini í vesturheiminum standa saman at hjálpa Ukraina ímóti og undir russisku innrásini!

Stundum verða latnar milliardir av krónum í reiðum peningi sum ískoyti til dagligan rakstur av ukrainska samfelagnum og stundum verða latnar uppaftur størri upphæddir til/sum vápn og krígsútgerð annars.

Men eittans er landið, ið enn ongan stuðul hevur veitt, og tað er Føroyar.

Gamaní hýsa vit nøkrum hendinga ukrainskum fløttum. Men fyrr var illa!

Skuldu vit kanska rikið ukrainar av aftur landinum, meðan vit við lykt og Fast-Track-Skipan leita eftir rumenum og bulgarum at koma hendan vegin?

Og gamaní fær danski Reyði Krossur pening frá føroyska Reyða Krossi (tøkk havi tey afturfyri), ið kann verða latin tann vegin.

Men beinleiðis hjálp frá Føroyum til Ukraina, veit ikki mangur um at siga!

FULL AHEAD VIðv. SAMSTARVINUM VIÐ PUTIN!

Her skal ikki takast støða til, hvørt føroyskt/russiska samstarvið skal halda áfram óbroytt ella ikki.

Tí at kvetta hettar á stokkinum, er ikki sjálvsagt bara sum at siga tað!

Men, at lesa eina grein fyri og aðra eftir á portalum ella á netinum um, hvussu svangligt tað hevði verið í Føroyum, um vit ikki høvdu Putin og Russland á at líta, tað gevur einum bara tað spíggjandi vaml!

Ja, so jalig eru hesi í teirra skriving, at russikir fjølmiðlar við altjóða viðurkendum russiskum professara á odda nú meta, at Putin/Rusland saktans kann troðkar seg inn ímillum Danmark og Føroyar í ríkisfelagsskapinum! (Eg meini tað?!).

Men høvdu tey, ið skriva, bara vita, hvussu lítil munur er á tí, tey bera fram, og tí sum t.d. mangir danir skrivaðu undir fyrru helvt af seinna veraldarbardaga, um hvussu neyðugt samstarv dana tá skuldi vera við Hitler/Týskland, so høvdu tey ( vónandi ) tagt.

Tí, hvør er munurin á despotunum báðum? Hinum, ið fekk flest allar týskarar at rætta framm armin og rópa “Sieg Heil” og honum, ið nú við at kúga talufrælsi og beina fyri allari óvildugari upplýsing hevur heilavaska russiska fólki?

Honum, ið nú fær russar at geva sær rætt til at senda teirra egnu landsmenn í deyðan, knúsa sundur eitt frælst land og við bumbum drepa frá hond bæði børn, kvinnur og menn?

Nei, Guðsdoyð kann eingin av álvara meina, at føroyskur framburður stendur ella fellur við, hvørt føroyingar fella Putin til kníggja ella ikki!

Men! Mín spurningur “Hví hjálpa Føroyar ikki Ukraina?” stendur so ósvaraður!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo