Felagsskapurin Kettuverndin gevur ilt av sær á facebookvanganum, tí tey eru komin fram á kettufellur, har tey sum hava sett fellurnar upp ikki hava syrgt fyri at kettur, sum koma í fellurnar, verða tiknar úr teimum.
- Sjónin, vit komu til í hjallinum, var nakað so skelkandi: tvær fellur, hvør við kettu í, og tveir kettlingar uttanfyri tí eini felluni, harav ein var hálvdeyður av hungursneyð. Mamma teirra hevði sitið í tí eini felluni í 11-12 dagar. Øll fýra vóru diddarak og ógvuliga dehydreraði. Tann hálvdeyði kettlingurin doyði nakrar tímar seinni. Hinar ketturnar hava verið hjá djóralækna í dag og eru koyrdar í ansing, har tær eru við at koma fyri seg, skrivar felagsskapurin millum annað.
Tey hava funnið fram til, hvør hevur sett fellurnar upp, og hava meldað viðkomandi til løgregluna fyri djóraplágarí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo