Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FM-vinnararnir í fjør, KÍ leggja fyri á Skála, tá Betri Deildin 2022 verður sparkað í gongd leygardagin 5. mars - Mynd: Sverri Egholm

FM-vinnararnir í fjør, KÍ leggja fyri á Skála, tá Betri Deildin 2022 verður sparkað í gongd leygardagin 5. mars - Mynd: Sverri Egholm

FM-vinnararnir í fjør, KÍ leggja fyri á Skála, tá Betri Deildin 2022 verður sparkað í gongd leygardagin 5. mars - Mynd: Sverri Egholm

FSF: Leygardagin 5. og sunnudagin 6. mars verður hol sett á landskappingina 2022 í Betri Deildini hjá monnum. Tríggir dystir eru á skránni leygardagin. 07 Vestur tekur ímóti Víkingi, og á Skála fáa uppflytararnir vitjan av føroyameistarunum úr KÍ. Triðji dysturin verður á Argjum, har AB fær vitjan av grannunum úr HB.

Sunnudagin 6. mars spæla EB/Streymur og NSÍ við Margáir í Streymnesi, og í Gundadali tekur B36 ímóti B68.

Síðan verður spælt mestsum uttan íhald til 2. juli, tá 15. og seinasta umfar í fyrru hálvu er á skránni. Í hesum tíðarskeiði vera tó tveir landsliðssteðgir, sum vera síðst í mars og fyrst í juni mánað.

Lagt verður fyri aftur á ólavsøku, og tað serliga við hesum umfarinum er, at allir dystirnir verða spældir yvir fimm fylgjandi dagar. 27. juli tekur AB ímóti EB/Streymi, ólavsøkuaftan spæla HB og Víkingur, og ólavsøkudag fær B36 vitjan av Skála. Leygardagin 30. juli spæla NSÍ og 07 Vestur við Løkin, og 31. juli hittast KÍ og B68 við Djúpumýru.

Seinasta umfar í ársins landskapping hjá monnum verður leygardagin 22. oktober, og tá møtast liðini soleiðis: Víkingur – EB/Streymur, KÍ – B36, HB – NSÍ, 07 vestur – AB og B68 – Skála.

Skráin fyri Betri Deildina 2022 hjá monnum sæst H E R

Í steypakappingini verður innleiðandi umfarið 3. apríl, 1. umfar verður skírishósdag, 14. apríl, og fjórðingsfinalurnar vera spældar 18. mai. Hálvfinalurnar eru á skránni 7. september og 5. oktober, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Um tað verður neyðugt við upp- og niðurflytingardysti, verður hesin spældur fríggjakvøldið 28. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo