Flogbóltssambandið: Í steðginum millum stórsteypadystirnar í flogbólti í gjár, har Mjønir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu FBF og Føroya Tele eina avtalu.
Avtalan hevur við sær, at meistaradeildirnar í flogbólti nú verða nevndar Føroya Tele deildirnar.
Tað vóru Eva Skeel Nolsø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele og Peter Holm, formaður í FBF, sum undirskrivaðu avtaluna.
Avtalan hevur við sær, at meistaradeildin hjá kvinnum nú verður nevnd Føroya Tele deildin fyri kvinnur og meistaradeildin hjá monnum nú verður tll Føroya Tele deildin fyri menn.
Avtalan er fyribils galdandi næstu tvey árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo