Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Meirvirðisgjald frá stroymingartænastum o.ø.
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan?
2. Fer landsstýrismaðurin at heita á føroysku peningastovnarnar at útvega upplýsingar um, hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur, spøl og forrit?
Viðmerkingar:
Tá ið vit í Føroyum keypa hald til Netflix, Disney+, Spotify, Office pakkar og aðrar stroymingartænastur, spøl og forrit, rinda vit eisini meirvirðisgjald, sum fer av landinum. Tað eru pengar, sum av røttum hoyra heima í landskassanum, men sum ístaðin enda antin hjá útlendskum fyritøkum ella í danska statskassanum.
Danskir myndugleikar hava fyrr sagt, at hetta er bæði skeivt og ólógligt, men neyðug stig eru framvegis ikki tikin fyri at fáa hetta í rættlag. Ein orsøk sigst vera, at upphæddin verður mett ov lítil.
Við støði í kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi í apríl 2019, varð mett, at í minsta lagi 13,5 milliónir krónur fara av órøttum av landinum á hvørjum ári. Tað varð mett sum ein varlig meting.
Sum skilst er einki til hindurs fyri, at teir fýra føroysku peningastovnarnir umvegis Felagið Føroyskir Peningastovnar útvega Fíggjarmálaráðnum upplýsingar um, hvussu nógvar pengar umleið føroysk gjaldkort brúka til útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l. Hetta hevði ivaleyst givið eina nógv greiðari ábending um røttu upphæddina.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at mvg av útlendskum stroymingartænastum skal síggjast aftur í Føroyum, og markast til mentan og list. Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 6. mars 2023
Uni Holm Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo