Uppskot sum antin fer at banna Tiktok í USA, ella noyða Tiktok at fáa nýggjar eigarar, fekk í dag meiriluta í Umboðsmannatinginum.
Sera vælumtóktu appina eigur kinesiska ByteDance, sum hevur samband við kommunistaflokkin í Kina. Lógaruppskotið krevur tí at ByteDance verður selt úr Tiktok í USA.
Joe Biden forseti hevur sagt seg taka undir við forboðnum, og at hann fer at skriva undir lógaruppskotið um tað fær ein meiriluta í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo