Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit á Lista A vilja at borgarar á Sandi verða betri kunnaðir um hvat gongur fyri seg innanvegja í kommununi. 

Vit vilja aftur til skipanina, har kommunan á sínum vanga boðar frá áðrenn bygdarráðsfundir, hvørji mál koma til viðgerðar á fundunum. 

Somuleiðis vilja vit aftur til skipanina, har kunning um hvat bygdarráðið hevur samtykt, verður koyrd út til so nógvar borgarar sum vit uppá nakran máta kunnu røkka. 

Vit skulu minnast til, at ein munandi partur av okkara borgarum ikki hevur telduførleika, og tey allarfægstu leita sær upplýsingar á heimasíðuni hjá kommununi. 

Tí var skipanin við einum regluligum kunningarskrivi, ið sent varð í hvørt hús, ein góð upplýsingarskipan til borgarar, ið jú hava krav uppá at verða kunnaðir um hvat kommunan samtykkir. 

Somuleiðis vilja vit aftur til, at kommunan árliga kunnar borgarar um hvussu fíggjarliga støðan hjá kommunan er. 

Snøgt sagt vilja vit hava størri opinleika, eins og stóra kommunukanningin visti at siga frá, at sandingar ynskja sær. 

Saman um Sandsbygd :)

Brandur Sandoy, Listi A

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo