Meira verður ikki gjørt við málið um lekan úr setanarnevndini í sambandi við setan av nýggja skúlastjóranum í Vestmanna skúla.
Mentamálaráðið hevur ikki kært avgerðina hjá politinum um ikki at ákæra nakran í málinum. Tann avgerðin var tikin 21. juni, sambært Útvarpinum.
Michael Boolsen sigur við Útvarpið, at ikki ber til at prógva, hvør í setanarbólkinum lak fyrst, og tí ber ikki til at ákæra nakran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo