Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Latið okkum øll á tí námsfrøðiliga økinum standa saman og leita eftir loysnunum, soleiðis at onki barn verður sent av landinum.

Hjálparfólkafelagið hevur sum aðalmál at vera ein so góður viðleikari sum gjørligt hjá øllum á tí námsfrøðiliga økinum í Føroyum, hereftir nevnt TNØ. Vit vilja vera við til at taka ábyrgd, hjálpa til og mennast leypandi í tí gongdini.

Hjálparfólkafelagið viðurkennir námsfrøði og týdningin av tí námsfrøðiliga arbeiðinum, samstundis sum vit mugu ásanna, at tað kann taka nógva tíð at útbúgva fólk við einum so týdningarmiklum faki. Tí hugsa vit, at børnini skulu raðfestast fremst nú.

Vit vilja við hesum bjóða øllum teimum almennu myndugleikunum til prát og samráðingar. Vit ynskja at bjóða okkum fram til at hjálpa til við til at manna allar náttar- og døgnvakturnar á TNØ.

Soleiðis fáa vit:

- Meira námsfrøði til børnini, meðan børnini eru aktiv og vakin.

- Tryggari rammur til starvsfólk merkir tryggari rammur til børnini. Ein meira støðugur starvsfólkahópur gevur betri relationsarbeiði til og rundan um børnini.

- Vit meta eisini, at tað er í tráð við ynskið hjá øllum teimum almennu myndugleikunum um at hava ein so skynsaman rakstur sum gjørligt. Vit meta, at TNØ kann spara millum 30-90 kr fyri hvønn náttartíma, hvønn dag á hvørjum stovni í øllum landinum. Hvønn náttartíma, hvønn dag í vikuna, hvørja viku í árinum, á hvørjum stovni av øllum stovnunum á TNØ. Hetta leypur skjótt upp til eina umfatandi upphædd. Og vit skjóta upp, at hendan sparingin kann nýtast betur til børnini á annan hátt.

Hjálparfólkafelagið arbeiðir fyri øll hjálparfólk í Føroyum, óansæð hvørjum fakfelagi tey eru í. So ein avtala við Hjálparfólkafelagið skal sjálvandi verða galdandi fyri øll hjálparfólk í Føroyum.

Vit vilja eisini fegin koma við okkara tankum um, hvussu vit kunnu førleikamenna og samantvinna meira námsfrøði í øll hjálparfólk, til gagn fyri øll á TNØ.

Vit eru klár. Vit ynskja at hjálpa til.

Hjálparfólkafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo