Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum skattgjaldari og samfelagsborgari ynski eg almennu viðurskiftini skipað soleiðis,  at eg sum borgari og vit sum samfelag fáa optimala úrtøku og gagn av skattapengunum.

Tað verði seg eisini í samferðslu og tænastu, sum heild.

At reka eitt partafelag og at reka ein almennan stovn – er hvør sítt.

Tað fyrra er skipað sum ein forrætning,  til endamáls at fáa mest møguligt burturúr ogn, skuld, forrætningsvirðum og starvsfólki, - til nøktandi yvirskot.

Tað seinna, almennur stovnur, verður rikið í tráð við politisk mál og politiskt ásettar fíggjarkarmar, har málið, umframt innihaldið, verður at starvast innan givnar stovnskarmar og fíggjarjáttan.

Tað er ikki tí tað liggur í kortunum, at hesin munurin skal verða, men tað hevur víst seg soleiðis, at vit síggja sera lítið av forrætningsligum anda í almenna geiranum, - tað verði seg rationaliseringar og skifti í starvsfólkahópi.

Og hetta er tað miðlarnir skuldu viðgjørt. Munin á optimering í einum partafelagi og í almennum stovni, tá útgangsstøðið er ymiskt.
Vit skulu eisini minnast til, at eitt alment partafelag og privat partafelag ikki heldur er heilt tað sama, uttan at koma inn á tað nú.

Starvsfólkaviðurskifti
Í mínari verð vendir tað heilt øvugt at tosa um starvsfólkaviðurskifti, sum orsøk til ikki at gera samfelagsligar broytingar ella um, at tey skulu blíva nógv verri í einum partafelagi, sum Starvsfelagi vísir á.

Tað er eitt stórt tal av starvsfólki, á almennum arbeiðsplássum, sum ikki hava havt virðilig kor, har fakfeløg ikki hava megnað at hjálpt teimum ímóti almennu systemunum.

At almenn starvsfólk eru betri vard enn onnur, er tí ikki nøktandi lýsing av støðuni.

Sum sagt er hetta, við starvsfólkaviðurskiftum, eitt kapittul, ein avbjóðing og uppgáva fyri seg, sum skal spæla við politiskum arbeiði, nýhugsanum og broytingum, heldur enn at leggja seg í vegin.

Almennar nevndir
“Nevndirnar eru tilvildarliga mannaðar.” sigur Bjarni Hammer sum orsøk til, ikki at skipa SSL sum partafelag. Er tað nakað politikarar skulu, so er tað at tryggja okkum -búgvið, dugnaligt og skilagott fólk í almennar nevndir.  

So ístaðin fyri at sáa iva um starvsfólkaviðurskifti í partafeløgum og um dygdir í nevndum, í hesum sambandinum, so latið avgerðina um partafelag snúgva seg um ‘meira fyri minni’, og um vit fáa eina betri rikna samferðslu við øðrvísi skipanum og forrætning sum incitamenti – heldur enn fíggjarjáttan.

Kringvarpið
Sjálv havi eg ikki gjørt mær nakra meining um, hvørt ætlaða broytingin til partafelag tænir okkum sum fólk, ella í hvønn mun vit kunnu fáa fulla vissu fyri slíkum.

Enn hava vit ikki fingið nøktandi almenna viðgerð av málinum.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo