- Starvsfólkini trívast væl sambært trivnaðarkanning á starvsfólkadegnum í oktober, lánararnir eru sambært nýggjari kanning væl nøgdir og meira enn helvtin av øllum borgarum brúka bókasavnið meira og minni regluliga. So vit kunnu vera errin av okkara stovni, segði Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, tá hann í morgun helt røðu fyri starvsfólkunum.
Vitjanartalið bara veksur ár undan ári, segði býarbókavørðurin, sum takkaði starvsfólkunum fyri ein stóran innsats hvønn einasta dag - og summi yvir fleiri áratíggju. Í dag vóru ein 25-ára, tveir 30-ára starvsdagar, og ein legði frá sær eftir 37 ár í tænastuni.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð takkaði eisini politikkarunum fyri hetta valskeiðið.
- Vit høvdu ynskt okkum, at nógv meira varð gjørt fyri at betra um hølisviðurskiftini hjá Býarbókasavninum, men eg má sum leiðari fegnast um, at tit allatíðina hava víst ein góðan vilja til at hjálpa og hjúkla um, har tað hevur verið mest avgerandi, nevniliga at játta nóg mikið av pengum til raksturin, so at Býarbókasavnið hevur havt møguleika ikki bara at halda eitt javnt høgt tænastustig og røkja sínar kjarnuuppgávur, men eisini at menna tað uppaftur meira.
- Tað eiga tit stóra takk fyri, tí hetta er ikki nakað, sum er sjálvsagt í einari tíð, har bókasøvn aðrastaðni eru undir stórum trýsti. Takk skulu tit hava fyri tað. Og vit vóna sjálvsagt, at vit eisini frameftir fara at fáa eitt eins gott samstarv, sum vit hava havt higartil, uttan mun til hvør situr við leiðsluni í kommununi aftan á 1. Januar 2017.
- Vit kunnu øll vera errin av okkara Býarbókasavni, starvsfólk, fyrisiting, politikarar og ikki minst borgarin í Tórshavnar kommunu. Her er gott hjá øllum at vera, segði Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo