Meinigheitshúsið í Vági: Sum flestu hava varnast, so er Meinigheitshúsið í Vági farið gjøgnum eina munandi dagføring seinasta árið, og ætlanin er at halda fram við hesum.
Í hesum sambandið og fyri at fáa pening til vega, er ætlanin at skipa fyri marknaðardegi nú leygardagin 16. september.
Meinigheitshúsið verður tískil opið tórsdagin og fríggjadagin millum 15.00-17.00 har ein kann koma framvið við lutum, ið ein ynskir at stuðla tiltakinum við, tó ikki klæðir.
Sjálvt stuðulstiltakið verður leygardagin kl. 14.00 og frameftir, og umframt møguleikan at keypa ymiskar lutir, so ber eisini til at stuðla við mat og køkutombol (um ein vil lata mat ella kakur, so kann hetta latast inn leygardagin).
Vónandi leggja mong leiðina inn á gólvið, til eitt prát, at stuðla, kaffimunn og annars síggja húsið, sum hevur rundað tey 100 árini, men nú er dagført munandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo