Eftir seinna heimsbardaga gjørdist ideologiska manifestið og høvuðsverkið hjá Adolf Hitler, Mein Kampf, ólógligt at selja.
Tað var myndugleikin í deilstatinum Bayern sum fekk rættindini frá teimum sameindu til bókina, og síðani hava myndugleikarnir ikki givið hana út.
Í yvir 70 ár hevur tað tí ikki verið gjørligt at keypt umstríddu bókina, sum upprunaliga kom út í tveimum bindum í 1925 og 1927.
Men nýggjársaftan endaði upphavsrætturin til Mein Kampf. Og longu tíðliga í januar fáa týskarar møguleikan at keypa bókina í bókhandlunum um alt landið, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo