Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina hinumegin er nú undirskrivaður, og pedagogarnir eru farnir aftur til arbeiðis.

Tíðin fer nú at vísa, hvønn hugburð føroyingar sum heild, politiska skipanin og fakfeløgini hava til at gera virðiligar avtalur, sum verja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Hetta megna grannalond okkara.

Enn er eingin trygd
Longu í oktobur 2020 byrjaðu fólk at venda sær til MEGD. Tey stúrdu fyri verkfalli, tí sáttmálin millum fyrr nevndu partarnar var gingin út. Óttin var grundaður, tí tey høvdu upplivað tað fyrr. Ólukkutíð gjørdist verkfall aftur veruleiki í juni 2021, og aftur fingu tey at merkja, at enn er eingin trygd fyri fólki, ið bera brek, tá ið verkfall er.

Hóast MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, so eigur tað at vera eitt mark fyri, hvussu langt partarnir fara. Í juni 2021 varð avgjørt farið út um mark.

Sjálvsagt skal eitt vælferðarsamfelag sum okkara tryggja, at grundleggjandi lívsgóðska verður varðveitt í verkfalli, so eingin fær likamligt ella sálarligt mein.

Landsstýrismaðurin ynskir avtalur
Undir verkfallinum varð mótmælt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði í hyggju at leggja út í verkfallið við at lóggeva um undantøk, fyri at tryggja, at tey, ið ikki tola verkfall, fingu tær tænastur, teimum tørvaði.

Nú, eftir lokið verkfall, verður mótmælt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum í heyst ætlar sær at leggja uppskot fyri Føroya Løgting um greiðar reglur um undantøk.

Men hvat er at gera? Hetta má ikki henda aftur.

Vísa megd og standa saman
Hóast fakfeløgini vísa á, at rætturin til verkfall er so grundleggjandi, at Føroya Løgting ikki kann lóggeva rættin frá fakfeløgunum, so heitir MEGD á partarnar um at leggja alla orku í at fáa samstarv um virðiliga avtalur og undantøk í lag skjótast gjørligt.

Vónandi fer tíðin at vísa ein savnandi hugburð millum føroyingar sum heild, politisku skipanina og fakfeløgini um at gera virðiligar avtalur, sum verja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er – eins og grannalond okkara hava gjørt.

Í hesum eiga vit sum tjóð at vísa megd og at standa saman.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo