Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyar hava skyldu til at verja okkum øll móti neyð og vandastøðum. Trupult kann vera at finna loysnir, tá ið umstøður broytast, og fólk er undir øktum trýsti. Við góðari fyrireiking og fyribyrging ber tó til at forða fyri, at talan verður um kreppu, ið tyngir so mikið nógv, at vit ikki fáa tað mest grundleggjandi, ið okkum tørvar. Verkfallið hevur higartil víst, at limir í nøkrum feløgum hjá MEGD hava verið í størri vanda, enn fólk, ið ikki bera brek. Ein landsfevnandi tilbúgvingarætlan, ið greitt lýsir, hvussu bæði myndugleikar og borgarar eiga at handla, tá undantaksstøða gerst veruleiki, kann vera við til at forða fyri, at fólk við breki í framtíðini verða í serliga stórum vanda.

Tá umstøðurnar broytast
Tá ið nakrir limir í feløgunum hjá MEGD verða verri fyri í undantaksstøðu, er talan serliga um støður, har lív og heilsa er hótt. Hóast hesi fingu undantøk frá Verkafólki, hava vit lært, at vit sum samfelag framvegis ikki eru nógv væl fyrireikað, tá ið undantaksstøða tekur seg upp. Eins og undir koronafarsóttini hava vit valt at finna lappaloysnir, heldur enn langtíðarloysnir – vit velja at asfalterað, ímeðan vit koyra. Higartil hevur tað gingið hampiligt, men spurningurin er bara um tíð, til hendan stutttíðarhugsan ikki megnar at skapa loysnir. Tørvur er tí á eini landsfevnandi tilbúgvingarætlan.

Seinastu vikurnar hevur nógv av tí, sum vanliga virkar, verið ómøguligt. T.d. hevur tað ikki verið møguligt at fylt brennievni á bilin, úrvalið av mati gerst alt meira avmarkað, ruskið verður ikki heintað, reinførið er avmarkað, og fleiri sleppa ikki til arbeiðis.

Royndir og gransking í grannalondum okkara vísa sum heild, at fólk við breki, nærum altíð eru verri stillað, tá ið umstøðurnar broytast. Neyð og vandastøður koma so líðandi í gerandisdegnum hjá einstaklingum og kunnu eisini raka brádliga heilar bygdir ella býir kring landið. Neyðstøðurnar kunnu vera sera ymiskar og eitt nú fevna alt frá persónligum óhappum ella heilsuavbjóðingum til ósemjur, náttúruvanlukkur ella farsóttir, sum seta heilar partar av landinum í undantaksstøðu.

Samansettar vandastøður
Myndugleikarnir bjóða vanliga tænastur, ið hava sum endamál at hjálpa fólki úr vanda. Tó taka hesar tænastur aloftast fyri givið, at fólk hava fullan førleika t.d., at tey megna at ganga sjálvi, at tey kunnu samskifta, at tey bæði síggja og hoyra, at tey lættliga kunnu umstillað seg, og at tey hava lætt við at skilja, hvussu tey mugu handla.

Fólk, ið bera brek, kunnu tó – júst orsaka av breki – vera í eini verri støðu enn onnur, um tey ikki hava neyðug hjálpartól ella ikki hava atgongd til neyðugar stuðulstænastur. Tí er vandin hjá fólki, ið bera brek, øðrvísi og meira samansettur enn hjá øðrum og kann av somu orsøk eisini vera meira umfatandi og verri at basa. Hesi eru tí ofta í viðkvæmari støðu m.a., tí tey í størri mun eru bundin at grundleggjandi og støðugum tænastum.

Neyðugt við landsfevnandi tilbúgvingarætlan
Við góðari fyrireiking og fyribyrging er tó møguligt at gera ætlanir fyri júst, hvussu handlað eigur at verða í undantaksstøðu. Hetta eiga viðkomandi partar at gera í friðartíð, og avtalur og mannagongdir eiga at verð skjalfestar.

Viðkomandi partar eiga samstundis at gjøgnumganga og royna ætlanirnar í verki, eitt nú umvegis venjingar. Vit eiga at læra av royndunum og syrgja fyri, at vit læra av teimum undantaksstøðum, ið vit sum samfelag koma í.

Tá ið talan er um fólk við breki, ásetur altjóða brekrættindasáttmálin, at hetta einans kann gerast í góðum samstarvi við tey feløg, ið umboða fólk, ið bera brek, sum kunnu ráðgeva og vegleiða um júst teirra lívskor. Tí verður hervið gjørt vart við, at vit sum skjótast mugu seta gongd á arbeiðið at gera eina landsfevnandi tilbúgvingarætlan, ið byggir á royndir, vitan og avtalur við umboðandi feløgum hjá fólki, ið bera brek.

Íkomna støðan, nú verkfallið eftir fleiri vikur heldur fram í óásetta tíð og væntandi samhugaverkfalli, eigur at læra okkum, at vit sum samfelag ikki áhaldandi eiga at brúka stutttíðarloysnir, men hinvegin at vera fyrivarin og fyrireika okkum so væl sum gjørligt. Fólk, sum bera brek, hava lógarfest rættindi ikki at verða verri stillað enn onnur, hvørja ferð gerandisdagurin broytist so grundleggjandi, sum hann ger nú.

Tóra við Keldu,
forkvinna í MEGD

Sí aðrar greinar hjá MEGD um sama evni:

megd.fo/news/626/einki-um-okkum-uttan-okkum

megd.fo/news/683/krepputilbugvingin-skal-verja-oll

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo