Fyrrverandi forsetin og forsætisráðharrin í Russlandi, Dmitrij Medvedjev, sigur at allir sum vóru við í terrorálopinum í Moskva fríggjadagin skulu drepast.
«Skulu teir drepast? Tað er neyðugt. Og tað verður», skrivar Medvedjev á síni Telegram-kanal í dag.
Víðari heldur hann at ikki bert teir fýra gerningspersónarnir sum tóku seg inn í Crocus City Hall og drupu 137 fólk skulu drepast.
«Tey sum rindaðu, tey sum sympatiseraðu, tey sum hjálptu. Drep tey øll», skrivar Medvedjev, sum er varaformaður í russiska trygdarráðnum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo