Sambært bretsku miðlunum BBC og Sky Sports og eisini sportsjournalistinum Fabrizio Romano verður Champions League-finalan flutt úr Turkalandi til Portugal.
Finalan skuldi upprunaliga leikast á Atatürk Olympic Stadium í Istanbul, men verður nú ístaðin leikt á Estádio do Dragão, har Manchester City og Chelsea so hittast 29. mai.
The #UCL final between Chelsea and Manchester City will be moved to Porto's Estadio do Dragao from Istanbul
— Sky Sports News (@SkySportsNews) May 12, 2021
Porto's Estadio do Dragao stadium is expected to be the venue.
— BBC Sport (@BBCSport) May 12, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo