Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu góðu tvey árini hevur samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin arbeitt undir slagorðinum „Eitt samfelag í serflokki”. Fyri jól fór at ridla undir samgonguni, tí ein partur av samgonguni ikki kann liva við, at nøkur ikki virða avtalur í samgonguskjalinum.

Mál úr rúgvuni
MEGD vísti 3. juni 2021 í greinini „Eitt samfelag í serflokki” á ymisk mál úr samgonguskjalinum: nakað undir heilsumál, nakað undir almannamál, nakað undir bústaðarmál, nakað undir menta- og útbúgvingarmál og nakað undir samferðslu- og altjóðamál.

Her eru fleiri mál, ið enn ikki eru veruleiki. Havi hug at spyrja, um landsstýris- og tingfólk kunnu liva við tí. Her eru nøkur mál úr rúgvuni.

Ynski var at seta talsfólk til borgarar, ið bera brek, í verk. MEGD hevur víst á, at Føroyar tørvar ein mannarættindastovn, ið kann hava eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Í hesum sambandi hevur MEGD víst á møguleikan at seta eitt talsfólk á brekøkið.

Hetta væntar enn.

Enn væntar eisini ein yvirskipað brekpolitisk virkisætlan fyri Føroyar. Og enn vænta avtalur millum aðalráðini og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall, ið rakar fólk, ið bera brek.

Í samgonguskjalinum stendur, at fjølbroyttir bústaðarmøguleikar skulu vera til allar føroyingar. Tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum at hava ein bústað, og eitt framkomið samfelag eigur at tryggja sínum borgarum henda møguleikan.

Málið var tá at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk, ið bera brek. Eins og ferð skuldi fáast á bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi. Hóast nakað verður bygt, so gongur ov seint.

Okkum tørvar stabilitet
Og hvat fer nú at henda? Eingin veit, og meðan við bíða, órógvar ein bangin kensla, tí politiska arbeiðið, ið framman undan gongur seint, er órógvað. Val er fjórða hvørt ár, og tað er ríkiliga órógvandi. Hópur av føroyingum bíðar, og hava bíðað leingi, eftir tí, sum vit vænta politiska skipanin skal greiða.

Okkum tørvar stabilitetin, sum vit hóast alt kunnu fáa – millum annað at samgongur sita í fýra ár.

Neyðugt er at hava greið mál og samstundis at arbeiða fyri at náa teimum. Nú tað ridlar undir samgonguni, vita vit ikki, hvat fer at henda. Men um samfelagið skal vera í serflokki, er neyðugt, at politiski myndugleikin skapir ró, og at orka verður løgd í framhaldandi at fáa neyðugu raðfestingarnar settar í verk.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo