Nú kemur handa konan, sum plagar at geva okkum mat. Soleiðis fortelur Randi Waag Jacobsen í tíðindinum í KVF at børnini siga, tá hon kemur við mati til familjuna, sum er so fíggjarliga sperd, at familjan ikki eigur fyri mat.
Støðan hjá hesum børnum átti at verið eitt uppróp til okkum øll um, at soleiðis eigur ongin at liva í einum so ríkum samfelag sum okkara.
Øll tey, sum hjálpa hesum familjum, siga tað sama. Ongantíð fyrr hevur tørvurin á eini hjálpandi hond verið størri enn í ár. Methøgt tal av børnum hava fingið jólahjálpa frá Barnabata. Bæði Frelsunarherurin og Reyði Krossur hava í fleiri mánaðir sagt frá vøkstri í eftirspurningi eftir matvøruhjálp.
Tað sær ikki út til at nerva okkara politisku skipan, at gerandisdagurin við methøgum prísvøktri hevur rakt tey við lágum inntøkum ógvuliga meint, og nú stendur so nógv á, at nógv ikki kunnu breyðføða síni børn.
Ístaðin fyri at taka ábyrgd av støðuni og hjálpa hesum familjum verður hækkingin á 750 kr fyri hvørt barn í familjuískoytinum tikið burtur á nýggjárinum. Eisini serstaka hjálparískoytið, sum hesar familjur fingu í ár fellur burtur í 2024. Tað fer at raka ógvuliga meint, og tað vita tey sum sita í løgtinginum, men kortini velja tey ikki at gera nakað.
Mangla mat
Tað ber ikki til at skilja, at hetta verður gjørt, tá vit dag og dagliga síggja neyðarróp á sosialu miðlinum eftir hjálp til mat. Tá peningur ikki røkkur til mat, er undantaksstøða í hesum familjum, og tað má politiska skipanin fyrihalda seg til. Veitingar og lønir røkka ikki til ógvusligu príshækkingarnar, sum hava verið seinastu árini.
Tað samgongan hevur gjørt við skattaumskipan og lønarlyfti ger mun hjá summum familjum, men tað loftar ikki nóg væl hjá mongum, og stendur ikki mát við methøga prísvøksturin, sum hevur verið seinastu árini á mat, húsaleigu, rentu el, olju og bensin. Tað eru eisini nógvar familjur, ið ikki fáa lut í lønarlyfti og skattaumskipan.
Javningin av t.d fyritíðarpensjónini, sum ikki hevur verið hækkað nevnivert í nógv ár stendur t.d. als ikki mát við prísvøksturin. Tí verður gerandidagurin hjá hesum 1800 fólkunum framvegis ógvuliga trupul.
Víðkið og betri familjuískoyti
Neyðugt er eisini at víðka um, hvør kann fáa familjuískoyti, soleiðis at millumbólkarnir vera loftaðir. Tað eru hesi, sum hvørki fáa lut í hjálparpakkum ella nevnivert í skattalætta. Tað eru inntøkurnar hjá støkum omanfyri 290.000 kr og tað eru inntøkurnar hjá pørum við lægri lønum, sum ikki fáa nevnivert í skattalætta, men heldur ikki fáa lut í orkuískoyti, familjuískoyti ella øðrum ágóðum.
Framvegis eru 100 tals børn, sum vera eftirlætin og yvirsædd av politisku skipanini. Hjá áleið 300 barnafamiljum verður gerandisdagurin í 2024 fíggjarliga verri, tí hjálparískoytið og hækkaða familjuískoytið fellur burtur. Og tað er ófatiligt, at bæði landsstýrið og samgongumeirilutin í løgtinginum letur standa til við útsagnum um: “vit fara at hyggja eftir tí einaferð, um tað veruliga er so”. TAÐ ER SO, OG ØLL, SUM FÁAST VIÐ SOSIALT ARBEIÐI SÍGGJA TAÐ OG SIGA FRÁ!
Nær rakna tit í løgtinginum og landsstýrinum við? Skulu fleiri familjur leggja síni privatu viðurskifti á blik í Degi og viku, morgunsendingini í kvf, Sosialinum, Dimmu, Norðlýsinum ella øðrum miðlum?
Skulu vit síggja eina fráflyting úr Føroyum?
Hvør er tað í samgonguni, sum forðar fyri at hjálpa fólki í neyð?
Hvørjum bíða tit eftir?
Privat fólk hjálpa
Tað sum kanska lýsir støðuna best er, at Randi Waag Jacobsen fer at gera sítt til, at ongin situr svangur á jólum, og fer tí alla hesa vikuna at koyra mat út til sperdar familjur, meðan løgtingið fer í jólafrí í dag – vælvitandi um, hvussu vanlukkuliga støðan er hjá nógvum. Tey kundi valt at gjørt sum Randi, og víst hjálpsemi og næstakærleika við at tryggja øll kunnu breyðføða seg og síni.
Má senda eina hjartans tøkk til tey, sum hvønn dag í árinum leggja nógv fyri at hjálpa har neyð er, uttan tykkum hevði støðan verði uppaftur verri hjá nógvum.
Tit gera tað, sum politiska skipanin áttu at gjørt, nemliga at vera trygarnet undir teimum, sum av ymiskum orsøkum, hava eina inntøku sum ikki røkkur til at breyðaføða familjuna.
Hvat kann gerast?
Løgtingið kundi í dag gjørt eitt serligt mánaðarligt hjálparískoyti til barnafamiljur, fyritíðarpensjónistar og støk, sum hevði eitt inntøkuloft á eina ella tvær arbeiðaralønir alt eftir um talan var um støk ella pør í húsarhaldinum, og havt eina lagaliga mótrokning í inntøku omanfyri hetta.
Løgtingið kundi í dag longt hækkingina í familjuískoytinum fyri hvørt barnið til eisini at galda komandi ár.
Løgtingið kundi í dag víðka um skaran av barnafamiljum, sum fáa lut í familjuískoytinum, til bæði støk og pør við lægri lønum – soleiðis at vit lofta børnum, har fíggjarstøðan er sperd.
Løgtingið hevur áður víst, at til ber at handla skjótt. Hetta sóu vit seinast fríggjadagin, tá ið løgtingið legði uppskot fram á tingfundi fyrrapart og hevði 3. tingfundir eyka á degnum, so skannarin í Klaksvík kundi avgreiðast.
Hvat kundi verið glæsiligari hjá einum parlamenti enn at tryggja sær, at fíggjarliga sperdar barnafamiljur í landinum hava góð kor? Hetta kundi verið best brúkti peningur og íløga í árinum.
Gleðilig jól
Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtak
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo