Miðlarnir báðir Sosialurin og Kringvarpið leikaðu øgiligt í upp til seinasta løgtingsval, tí støðan var ring hjá føroysku børnunum.
Tað mátti broyting til, eisini politisk, og tí kallaði Miðlahúsið við Hammer & Lindenskov, sum tá vóru samdir, eitt innsavnandi tiltak til kreppurakt børn fyri "Meðan vit bíða".
Undirforstaðið var, at vit bíðaðu eftir Aksel og Javnaðarflokkinum, sum skuldu fáa Føroyar aftur á beint í eitt javnari samfelag.
Men sambært teimum seinastu tølunum sum fyriliggja um hetta evni, so er støðan einki broytt undir sitandi samgongu við Javnaðarflokkinum í leiðslu.
Ein av teimum sum var rættiliga hvøss í síni viðmerking á Vaglinum, var javnaðar- og almannaráðkvinnan Eyðgunn Samuelsen, sum tá sat í andstøðu á tingi.
Hon kravdi eina loysn og vend her og nú.
Fyri kortum hevði tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen eina grein her á VP, sum hann gav yviskrift: Larmandi tøgn um fátækraváða.
Kaj Leo Holm Johannesen skrivar millum annað, at nýggjastu hagtølini 2017 fyri fátækraváða vísa, at gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða.
- Hetta svarar til 10,5% av øllum borgarunum í Føroyum, og 49.391 føroyingar eru við í populatiónini (tey, sum búgva á ellisheimum, sambýlum o.ø. stovnum hjá tí almenna, eru ikki íroknað).
- Fyrsta uppgerðarár 2009 var parturin 8,9%.
- Eftir hesum hevur tað ikki eydnast samgonguni seinastu gott 4 árini at lækka talið á teimum føroyingum, sum eru í fátækraváða - tvørturímóti er %-parturin fyri 2017 uppá 10,5% hækkandi í mun 2016, tá %-parturin var 10,1%, skrivar tingmaðurin.
- Henda gongdin bendir á, at landsstýriskvinnan í almannamálum/ landsstýrið higartil ikki hava sett í verk nøktandi tiltøk fyri at minka um %-partin av teimum, sum eru í fátækraváða í Føroyum.
- Føroyar uppliva bestu búskapartíðir nakrantíð og tí kann tað ikki góðtakast, at so nógv liva í fátækraváða, hóast hetta góða útgangsstøðið í okkara vælferðarsamfelag, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
Í miðlunum hjá Miðlahúsinum hevur ikki verið nógv at hoyrt og lisið um støðuna hjá teimum sum eru í fátækraváða.
Tað einasta lesarin hevur verið fóðraður við er hvussu rík tey ríkastu eru, hvussu nógv tey tjena, hvørji feløg tey eiga, hvussu nógv tey tjena, og so hvussu nógv tey ríku stinga í egnan lumma.
Og í Kringvarpinum er eisini "larmandi tøgn", sum tingmaður Sambandsfloksins orðrar seg.
Men enn eru stundir hjá Hammer & Lindenskov at seta í verk tiltøk til frama fyri tey í fátækraváða, nú teir hava góðar royndir frá fyrra tiltakinum upp til løgtingsvalið í 2015.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo