Limirnir í Umboðsmannatinginum hava atkvøtt fyri at koyra Kevin McCarthy frá sum formann.
216 atkvøddu fyri at koyra hann frá, meðan 210 atkvøddu fyri at hann varð sitandi sum formaður.
Hetta er ongantíð fyrr hent í amerikansku søguni, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo