Miðvágs Badmintonfelag: Hóskvøldið eydnaðist tað MBF leikaranum Bartal Poulsen at spæla seg í finaluna í einmansleiki hjá monnum.
Í gjárkvøldið spældu tveir leikarar seg afturat í finalur í ávikavíst blandaðum tvímansleiki og tvímansleiki hjá monnum.
Árant á Mýrini og Bartal Poulsen hava leikt seg í finaluna í tvímansleiki menn. Og Árant á Mýrini og Lena Maria Joensen úr KBF hava leikt seg í finaluna í blandaðum tvímansleiki.
Kappingar í Stórhøllini á Hálsi í dag:
Kl 10.00 tvímansleikur kvinnur
Kl 10.40 tvímansleikur menn
Kl 11.20 blandaður tvímansleikur
Kl 14.05 einmansleikur kvinnur (KVF)
Kl 15.35 einmansleikur menn( KVF)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo