Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Kylian Mbappé var dagsins leikari, tá Frakland leikti seg víðari til fjórðingsfinalurnar í dag.

Mbappé skoraði tvey avbera vøkur mál, og hann legði eisini upp til tað triðja, sum Olivier Giroud skeyt beint fyri hálvleik.  

Mbappé, sum framvegis bert er 23 ára gamal, hevur við hesum skotið níggju mál á franska landsliðnum í HM-endaspælshøpi. 

Olivier Giroud kann í sínum lagi kalla seg mestskorandi leikaran á franska landsliðnum nakrantíð.

Giroud hevur nú 52 mál á franska landsliðnum. Thierry Henry, sum hevði metið áðrenn hann, fekk 51 mál.

Póllendingar vóru annars nær við at leggja seg á odda í 37. minutti. Piotr Zielenski kom at standa leysur í brotssteiginum, men Hugo Lloris bjargaði væl í fyrsta umfari, og síðan bjargaði Rafael Varane á málstrikuni, eftir at ein annar póllendingur hevði roynt seg.

Frakland skal spæla fjórðingsfinalu næsta leygarkvøld klokkan 19 móti vinnaranum av dystinum millum Ongland og Senegal.

Frakland-Pólland 3-1 (1-0)
1-0: Olivier Giroud, 44
2-0: Kylian Mbappé, 74
3-0: Kylian Mbappé, 90+1
3-1: Robert Lewandowski, 90+9 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo