Argentinski venjarin við eini fortíð sum venjari hjá Tottenham og PSG verður venjari hjá Chelsea frá 1. juli.
Tað skrivar Chelsea á síni heimasíðu.
Mauricio Pochettino hevur gjørt ein tveyára sáttmála við Chelsea, sum kann leingjast við einum ári, um felagið ynskir tað.
Fyrrverandi Tottenham-venjarin verður sostatt fjórði venjarin hjá Chelsea minni enn eitt álmanakkaár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo