Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið:  Nú tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá, tað verið seg køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað, skal Ferðavinnufelagið minna á, at matvøruvirksemi í allarflestu førum krevur loyvi.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er gjøllig vegleiðing fyri, hvussu farast skal fram, tá ið loyvi skal søkjast: Nýtt virksemi – Løggilding og skráseting

Undantikið kravinum um løggilding og skráseting frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er:

  • Virksemi, ið einans fer fram fáar ferðir árliga (t.e. ikki fleiri enn 5 ferðir) – Hissini søla
  • Matur veittur vitjandi í privata húsarhaldinum – Heimablídni
  • Veitan av morgunmati í sambandi við Ból og Bita í privata húsarhaldinum
  • Beinleiðis veitan av føroyskum seyða- og neytakjøti til endabrúkaran, t.e. durasøla

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt vegleiðing til Heimablídni og Hissini sølu.

Viðvíkjandi Heimablídni er millum annað treyt, at:

  • veitarin býr á staðnum
  • maturin verður gjørdur í køki, sum veitarin sjálvur nýtir dagliga
  • veitarin ger og borðreiður matin sjálvur
  • tað eru húsfólk, sum eru vertir
  • virksemið er einans eftir avtalu

Staðfest verður, at Heimablídni m.a. ikki er:

  • kafé ella matstova og verður marknaðarført sum kafé við matarskrá
  • høli sum eru innrættað til kafé- ella matstovuendamál
  • høli, t.d. úthús, fjós, neyst (sum ikki er heimið)
  • fastar upp- og afturlatingartíðir
  • er opið fyri almenninginum uttan avtalu frammanundan

Í vegleiðingini um Hissini sølu verður staðfest, at hissini søla av matvørum er at skilja sum søla av matvørum til eitt nú stevnur, festivalar ella onnur innan- og uttandura tiltøk, ið einans fer fram avmarkað tíðarskeið, og einans fáar ferðir um árið.

Umframt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eiga tey, ið fara undir matvøruvirksemi, í flestu førum eisini at skráseta seg og útvega sær loyvir frá øðrum myndugleikum.

Ferðavinnufelagið vil við hesum minna gestir og vertir á, hvat Heimablídni er, og hvat tad ikki er. Ferðavinnufelagið tekur undir við skipanini um Heimablídni, sum er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið tað verður brúkt sambært reglugerðini. Tíverri kemur tað fyri, at Heimablídni verður misbrúkt, og at talan kann vera um ólógligt virksemi. 

Fyri at verja tað gódkenda/løggilda virksemið er tað neyðugt at boða frá hesum virksemi, sum ikki virðir ásettu treytir og reglugerðir. Matstovuvinnan er hart rakt av korona og stríðist fyri at yvirliva, tí er tað umráðandi at henda vinnan ikki eisini skal kappast við ólógligt Heimablídni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo