Heilsufrøðiligu starvsstovan: Matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA, hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá eini eftirlitsvitjan í Føroyum í døgunum 17 - 26. juni 2024.
Umboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, saman við umboðum frá Uttanríkistænastuni, hava verið á fundi við MAPA í Brasilia í gjár 17/4 – og har m.a. fingið umrøtt eftirlitsvitjanina.
Upplýst var, at tá MAPA hevur verið á vitjan í Føroyum, verður frágreiðing skrivað av MAPA.
Tá arbeiðið í hesum sambandi er liðugt (m.a. hoyrng av HFS) fær HFS at vita, hvussu útflytast kann til Brasil og allar aðrar viðkomandi upplýsingar í hesum sambandi, herundir endaligu listaføringina og treytir í hesum sambandi, vøruskrá (HS vørukodir), heilsuváttanir osv.
Heilsufrøðiliga starvsstovn hevur í dag kunna virkini ið eru á ES listanum um tíðarætlanir o.a. í sambandi við vitjanina frá MAPA 17-26 juni 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo