Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit eiga at veita heilsugóðan mat í vøggustovum, barnagørðum og skúlum í kommununi. Umframt at tryggja okkara yngstu borgarum dygdargóðan mat fimm dagar um vikuna, lætta vit um gerandisdagin hjá foreldrunum.

Foreldur gera eitt megnar arbeiði í okkara samfelag. Hóast trýstið á familjuna til tíðir kann vera øgiligt, bæði fíggjarliga og í mun til tíð, halda foreldur á at gera sítt besta at uppala okkara yngstu borgarar. Foreldur eiga tí stórt rós uppiborið.

Sum kommuna eiga vit at gera okkara at lætta um gerandisdagin hjá foreldrunum.Matur á stovnum og í skúlum er ein íløga í heilsu, menning og trivnað. Tá ið vit geva børnum góðan og samansettan mat, geva vit teimum møguleika at skapa heilsugóðar matvanar, sum tey taka við sær inn í vaksnalívið. Við at veita mat á stovnum og skúlum kunnu vit eisini minka um sosiala munin, ið kann koma av ymiskum fíggjarligum umstøðum hjá foreldrunum.

Matur á stovnum og í skúlum kann eisini merkja tíð til eitt longri klemm um morgunin ella eina søgu afturat um kvøldið. Tá ið foreldur vita, at børnini eru mett og væl sett, kunnu tey í størri mun savna seg um at skapa tryggar og stuðlandi umstøður heima við hús.

Latið okkum sum kommuna gera hesa íløgu í okkara børn og barnafamiljur.

Vinarliga
Jón Kragesteen,
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo