Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir fýra prosent í februar 2024 samanborið við sama mánað ári fyri.

Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og grønmeti, ið er vorðin dýrari. Prísvøksturin á fiski og kjøti er góð fimm prosent. Prísurin á sjokulátu og góðgæti hækkaður enn meira — vøksturin er góð seks prosent.

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Tó er prísvøksturin á mjólk, osti, egg, olju og smøri minni enn eitt prosent. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo