FSF: Landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur sett liðið, sum seinnapartin í dag skal dystast við Liktinstein. Avspark verður á Pinatar Arena klokkan 16:00, føroyska tíð.
Talan er um altjóða dyst nummar 7, móti Liktinstein, og Føroyar hava vunnið teir allar, við málmuninum 16-4.
Til dystin hesaferð verður nýggjur málverji, umframt tríggjar aðrar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Gibraltar farna leygardag.
Mattias Heðinsson Lamhauge byrjar í málinum, og í verjuni vera Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Rene Shaki Joensen.
Føroyska miðvøllin manna Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen og Gilli Rólantsson Sørensen, og í álopinum vera Hallur Hansson og Patrik Johannesen.
Á bonkinum byrja Gunnar Nielsen, Teitur Matras Gestsson, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson, Hørður Askham, Heðin Hansen, Adrian Justinussen, Meinhard Egilsson Olsen, Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum eisini verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo