Tá sildin var uppá tað mesta, plagdu menn at kasta snørið at fiska til kokkin. Dýpi var einar 1000 fv, men teir fiskaðu á uml 50 fv. Toskurin gekk uppi í sildini og át. Ikki var óvanligt heldur, at onkur toskur hekk í gørnunum.
Tá toskurin á Føroya Banka hevur gýtt, fer hann út í Bankarennuna at eta svartkjaft. Har liggja nakrir yvirvaksnir russiskir trolarar við risastórum flótitrolum - uttan rist.
Vit vita um útlendsk uppisjóvarskip, sum í uml 2008 ikki tordu á Fuglafjørð at landa, tí so nógvur toskur – bankatoskur – var uppií veiðini.
Vit vita, at russar lógu á kongafiskaleið og fiskaðu “svartkjaft”, seinni fóru tey inn á upsaleið at fiska “svartkjaft”. Teir fingu enntá loyvi at fiska “svartkjaft” inn til 200 m dýpi. Teir lógu á Skeivabanka og fiskaðu “svartkjaft”, og so fingu 30 fóts glastrevjabátarnir skyldina fyri, at upsastovnurin er so illa fyri.
Nú liggja hesir somu risatrolarar á gullaksaleið – og fiska “svartkjaft”.
Tað eru krøv til okkara skip, at tey skulu til kontrolpunkt, at tey skulu hava eygleiðarar umborð, og eygleiðarin hevur heimild at nokta okkara skipum at fiska, um hann metir, at fiskurin er ov lítil, um ov nógv av krabba er í o.s.fr. tá tey eru á russiskari havleið.
Vit hava eingi krøv um eftirlit, eingin eygleiðari er umborð, eingin kannar russarnar. Teir fara í bestu fiskitíð av feltinum at umskipa veiðina. Eingin kannar, hvat teir umskipa ella hvussu nógv. Eingin kannar, hvat teir hava í lastini, tá teir koma aftur.
Eg meldaði ein russara í 2007, vit lógu í vestara kanti á Munkagrunninum, og tóvaðu norð móti stikinum. Hann lá beint uttanfyri okkum.
Tá eg kom til stikið, mátti eg fara runt, og tá fór hann inn á ta dýpið, eg hevði ligið á og fór beina kós á Skeivabanka.
Vit høvdu ikki ein tann einasta svartkjaft hangandi í nøkrum meska, men hann fiskaði “svartkjaft”.
Svarið, eg fekk frá okkara fiskivinnuumsiting var, at russar kundu royna inn á 200 m kurvuna.
Hvør fekk skyldina fyri at upsin minkaði?
Jú, føroyskir fiskimenn.
Spyr føroysku menninar í uppisjóvarvinnuni, um teir halda, at tað er trúligt, at russar mugu brúka 365 dagar at fiska sínar kvotur her.
Teir siga allir sum við ein munn “nei”.
Hvat gera teir so?
Vit vita, at teir hava onga rist og ongan eygleiðara, so sannlíkindini fyri, at teir fáa annað enn svartkjaft, sild og makrel eru 100%,
Mest sannlíkt fiska teir eisini væl meira av sild, svartkjafti og makreli enn kvotan sigur, men vit vita tað ikki, tí har er einki eftirlit.
Og nú vil onkur hava matstovuvinnuna at umsita Føroya Banka.
Míni ráð eru, at tey skulu fara til Beograd ella Tirana at keypa Føroyabankatosk har, niðursjóðaður í blikkum. Og har fæst hann fyri ein bíligan penga.
Nú eru nógv ár síðan eg var við russiskum trolara, men longu tá varð sagt um Føroyar, at tað var besta land at fiska í, betri enn nakrastaðni í Afrika.
Fiskidagaskipanin riggar, men hon riggar ikki, tá størsti aktørurin ikki verður tikin við í líkningina.
At 22.000 smábátadagar blíva til 5000 dagar, og framvegis verður rópt og ávarað um ovurfiskiskap, meðan ovurstór flótitrol sleppa undan eftirliti, er so langt úti, at tað kann bara henda í Føroyum.
Magni Skaale
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo