Tórshavnar kommuna: Í gjár fylti Mathilda Jacobsen 100 ár. Dagurin varð hildin á Tjarnargarði, og Mathilda stóð sjálv og tók ímóti, tá ið gestirnir komu. Hon var heima á Peturstrøð fyrr um dagin og bakaði vaniljukransar til føðingardagin.
Vaniljukransarnar tók hon við sær á Tjarnargarð, har hon hevur búð seinasta árið. Tá ið eingir stólar vóru eftir at seta seg á, tá ið føðingardagurin varð hildin, segði Mathilda, at tað bilti einki, tí hon kundi bara standa.
Annika Olsen, borgarstjóri, ynskti Mathildu til lukku á runda føðingardegnum við røðuni niðanfyri.
Vit ynskja Mathildu Jacobsen til lukku við 100 ára degnum ???????? Mathilda stóð sjálv og tók ímóti, tá ið gestirnir komu á...
Slået op af Tórshavnar kommuna i Tirsdag den 15. december 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo