Nýggi fóðurflakin hjá Luna, Matarheyggur, er komin á Miðvág.
Matarheyggur skal avloysa fóðurflakan í Miðvági. Hesin fóðurflakin skal til Vestmannar.
Tað er JT Electric sum hevur staðið fyri umbyggingini av einum farmaskipi til fóðurflaka.
Matarheyggur tekur 600 tons og hevur 8 anlegg, meðan gamli flakin hevði bert 6.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo