Spanski miðvallarin Juan Mata hevur undirskrivað ein nýggjan tvey-ára sáttmála við Manchester United.
Hetta váttar United í dag á heimasíðuni.
Sostatt fær Mata ikki somu lagnu sum landsmaðurin Ander Herrera, ið valdi at skifta til Paris Saint-Germain, eftir at hann ikki megnaði at koma ásamt við United um ein nýggjan sáttmála fyrr í ár.
Mata kom til United frá Chelsea fyri 37 milliónir pund í januar 2014. Hann var tá dýrasti leikari í søguni hjá teimum reyðu djevlunum.
Síðan tá hevur United keypt fimm leikarar, sum hava verið dýrari enn Mata: Di Maria fyri 60 milliónir pund í 2014, Paul Labile Pogba fyri 90 milliónir pund í 2016, Romelu Lukaku fyri 75 milliónir pund í 2017, Nemanja Matic fyri 40 milliónir pund í 2017 og Fred fyri 47 milliónir pund í 2018.
Mata, sum nú er 31 ára gamal, hevur spælt 218 dystir og skotið 45 mál fyri Manchester United.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo