Mastercard og Visa rætta seg eftir vesturlendsku sanksjónunum móti Russlandi og hindra fleiri bankum í at brúka gjaldsskipanina hjá feløgunum.
Tað skrivar Bloomberg í dag, sambært tíðindastovuni TT.
Júst hvørji kort verða rakt, verður ikki sagt, men tey bæði amerikansku feløgini boða bæði frá at tillagingar verða gjørdar nú viðvíkjandi sanksjónunum móti Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo